Nám X - cup 2025
13/11/2025
Í dag møttu 32 væl upplagdir næmingar, sum hava vant dart síðani í summar, upp í hølinum hjá Havnar Dartfelag til árligu Nám X - cup.
Byrjað varð við bólkaspæli í 8 bólkum. Hildið varð so fram, til vit stóðu eftir við vinnaranum. Nógvir spennandi dystir vórðu spældir, og upplivdu vit tveir næmingar skora 180, sum er hægsta skora í dartspælinum.
Eftir tvær spennandi semifinalur møttust Áron Dahl og Aron Berg Joensen í finaluni, sum gjørdist ein sannur gysari sum kundi farið báðar vegir. “Longra stráðið” trekkti Aron Berg Joensen, sum nú kann kalla seg Nám X meistari 2025. Silvur fekk Áron Dahl og triðja plássið fór til Mannbjørn Eysturtún Mouritsen.
Myndir eru í myndasavninum: https://eysturskulin.fo/565
Seinastu tíðindi
13/05/2026
Næmingarnir vunnu fótbóltsdystin!!
Næmingarnir vunnu!
Eftir ein sera javnan fótboltsdyst millum lærarar og 9.floksnæmingar, mátti ein avgerandi VAR-dómur til fyri a…
06/05/2026
4.a í Oyndafirði
4.a er á seturskúla og tey eru farin til Oyndafjarðar.
Tey hava vitjað smoltstøðina hjá Mowi, sum er á Hellunum, vassa, siglt í b…
29/04/2026
Hósdagur 30.04.26 er frídagur
Vit skulu minna á, at hósdagin 30.apríl er frídagur og øll hava fri.
Hetta er annar av frídøgunum, skúlin kann ráða yvir og hesa…