Tíðindi úr eysturskúlanum

Vit søkja eftir lærarum

31/05/2024

Størv í Eysturskúlanum skúlaárið 2024/25

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2024

 

3 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2024/25 fyri lærarar í farloyvi.

2 lærarastørv við fastari setan frá 1.august 2024.

1 lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi.

1-2 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2024/25 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar.

 

Einum lærara í Serflokkatilboð undir Eysturskúlanum – staðsett í Lonini í Hoydølum. Starvið er farloyvisstarv, tíðaravmarkað skúlaárið 2024/2025.

 

Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:

- eru samstarvs- og virkisfús,

- eru fyrikomandi og løtt at koma á tal við

- eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur

- leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning.

- Leggja orku í at samstarva.

Skúlin hevur næstu árini royndarvirksemi í Samundirvísing (Co-teaching) í grunddeildini

 

 

Førleikakrøv lærarar

Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving. Eisini kunnu tey, ið fáa læraraprógv í ár, søkja á jøvnum føti. Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær floks-/toymisleiðslu.

Tey, ið sett verða, mugu kunna undirvísa í hesum lærugreinum: Støddfrøði, føroyskum, tónleiki, list, føroyskt sum annaðmál, og serundirvísing.

Okkum tørvar lærarar í grunddeild, miðdeild og í Nám X.

Eisini tørvar okkum lærara við Lesivegleiðaraútbúgving.

 

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2024.

 

Umsóknir

Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 14.juni 2024 kl. 13.00. Umsóknir verða sendar til:

 

Eysturskúlin

Tórgarðsgøta 17

FO 100 Tórshavn Ella í teldubrævi til: eydna.magnussen@skulin.fo

Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðu okkara og við at venda sær til skúlastjóran, Eyðnu Magnussen tlf. 214755

 

Í Eysturskúlanum ganga skúlaárið 2024/25 umleið 550 næmingar í 1.-10.flokki.

Í skúlanum arbeiða uml. 70 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, skrivari, reingerðarfólk, heilsufrøðingur og húsavørðar.

Vit leggja vit dent á:

At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi. Skúlin hevur royndarvirksemi í Samundirvísing (Co-teaching) í grunddeildini

At arbeiða innovativt

At tollyndi og trivnaður er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

At menna og geva sítt íkast til týdningamikla felagsskapin.

Seinastu tíðindi
10/01/2025
Einki er sum bókasavnið
Í dag var 1.a og vitjaði bókasavnið. Kristianna, bókavørður, lærdi børnini at lána bøkur. Øll lántu sær eina bók til vikuskiftið.…
10/01/2025
Ferða­vinnu­breytin gjøgnumblást
Hóast fleiri kavaæl var tað ein góður túrur á Rossagøtuni í morgun. Hesuferð var lærarin ferðaleiðari; næsta túr fara næmingarnir…
06/01/2025
Nám X - tilmeldingin skúlaárið 2025-26
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2025-26, t.v.s. næsta skúlaár, letur upp mánadagin 20,.januar.  Onkrar broytingar skulu gerast í…
16/12/2024
Dansibreytin framført í NLH
Hósdagin var Norðurlandahúsið stúgvandi fult av dansarum og áskoðarum. Eini 230 dansarar, børn og ung, skuldu vísa, hvat tey dugdu…
13/12/2024
Hurðaavdúkingin
Í hádeildini hava tey havt eina jólakapping: Hvør hevði vakrast pyntaða hurð og hvør hevði hugnaligastu stovuna. Fyrrapartin avdú…
11/12/2024
Jólavikan í skúlanum
Jólini nærkast og soleiðis sær seinasta vikan í skúlanum út.   Týskvøldið kl 18.00 verður framførsla í høllini fyri foreldrum og…
11/12/2024
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp
So er innskrivingin til 1.flokk latin upp og klárt er at skriva barn tykkara í Eysturskúlan.  Tilmeldingin er opin til 15.januar.…
07/12/2024
Hjartaliga til lukku
Flott avrik í donsku kappingini í dag; okkara Perlur! Hjartaliga til lukku; Vit eru so errin av tykkum!   Myndir eru her: https…
04/12/2024
Opin breyt í Nám X
Opin breyt. Hesa vikuna hava næmingarnir í Nám X møguleikan at velja seg inn á eina aðra breyt, enn tey vanliga eru á. 28 næming…
27/11/2024
Fleiri hundrað jólakort send úr Eystur­skúlanum
Seinnapartin í dag vóru hesi mongu jólakortini latin Posta. Jólakortini er nýggjasta átakið hjá Føroyar lesa, har eggjað verður næ…
25/11/2024
Barna­rættindadagur 2024 í Norð­urlanda­húsinum
Barnarættindadagurin verður hildin 20. novembur fyri at hátíðarhalda, at Altjóða Barnarættindasáttmálin hjá Sameindu Tjóðum (ST) v…
20/11/2024
Tann opna hurðin hjá heilsu­frøðinginum
Bara tørv á einum práti? Kanska leitar tú eftir góðum ráðum ella hjálp við onkrum, sum tyngir? Hurðin hjá heilsufrøðinginum er a…
10/01/2025
Einki er sum bókasavnið
Í dag var 1.a og vitjaði bókasavnið. Kristianna, bókavørður, lærdi børnini at lána bøkur. Øll lántu sær eina bók til vikuskiftið.…
10/01/2025
Ferða­vinnu­breytin gjøgnumblást
Hóast fleiri kavaæl var tað ein góður túrur á Rossagøtuni í morgun. Hesuferð var lærarin ferðaleiðari; næsta túr fara næmingarnir…
06/01/2025
Nám X - tilmeldingin skúlaárið 2025-26
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2025-26, t.v.s. næsta skúlaár, letur upp mánadagin 20,.januar.  Onkrar broytingar skulu gerast í…