Málnýtsla í føroyskum
Talan er tveir tímar um vikuna við málnýtslu.
Hvørji orð brúka vit og hví? Hvørji orð eiga vit at brúka og hví?
Harumframt verður undirvíst í setningsbygnaði og teknseting.
Eisini eru venjingar, skrivligar sum munnligar, av øllum handa slagi.
Endamálið er, at næmingurin gerst meiri tilvitaður um føroyska málið.
Málkøn fólk vitja eisini í tímunum at greiða frá. Eisini verður miðað eftir samstarvi við miðlarnar og bókmentagevarar.
Næmingarnir fáa ársmet við skúlaárslok.