Vikuætlan 4. a

Vika 49
Mánadagur
4. desember
Jólaløta
Hugnaløta í lonini kl 09.00 til 09.30.
Nudludagur ;)
Vit læna tveir ketlar, so tey iđ hava hug, kunnu hava Mr Lee, koppasuppu ella annađ tey kunnu gera sær viđ kókađum vatniđ.
Enskt
Brúkið 15 minuttur á hesi heimasíðu - veljið: vocab og animal.
Fast English (gamestolearnenglish.com)
Týsdagur
5. desember
Nýggj matpakkaskipan
Góðu foreldur

Vit í Mál eru glað fyri at kunna bjóða tykkum møguleikan til at gera gerandisdagin eitt sindur lættari. Hjá okkum kunnu tit bíleggja matpakka til barn/børn tykkara, sum verður ‘avleveraður’ á skúlanum. Vit veita heilsugóðar matpakkar, ið tit samanseta og bíleggja á heimasíðu okkara www.mal.fo. Tað ber til at bíleggja á heimasíðuni fram til kl 08:00 og fáa matpakkan sama dag.
Søga
Hesa og næstu viku, hava vit serligt jólatema í søgu. Vit fara at tosa um jólini í einum søguligum høpi, har vit koma inn á hvussu jólini hava verið hildin fyrr, men eisini um ymiskar søguligar hendingar, sum komu fyri um jólatíð.
Heimanífrá skulu næmingarnir tosa við familjuna um hvussu jólini hava verið fyrr, í mun til í dag, og eisini tosa um onkrar serligar jóla traditiónir, sum hava verið í familjuni, ella sum enn eru í dag.
Mikudagur
6. desember
Jólaløta
Hugnaløta í lonini kl 09.00 til 09.30.
Ítróttur
Skúlaleikir: Edna Maria kemur at vitja og undirvísa í frælsum ítrótti.
Øll eru saman í fimleikahøllini.  Minnist til fimleikaklæði. 
Føroyskt
Lesa í egnari lesibók í 15. min.
Hósdagur
7. desember
Føroyskt
Lesa í egnari lesibók í 15. min. 
Enskt
Mandy on holiday  lesa s. 24 - 25
Fríggjadagur
8. desember
Føroyskt
Lesa í egnari lesibók í 15. min. 
Jólafrokostur mánadagin
Vit fara at eta saman mánadagin. Sí bođklivan hvør tekur hvat viđ.