HipHop & Urban dance styles

Ert tú áhugað/ur at læra hiphop og at framføra? Ert tú áhugaður at fáa innlit í hiphop søguna? So er at velja dansitímarnar í NámX.

Hip-hop dansur er titrandi dansur, ið samansjóðar alskyns freestyle rørslur at skapa eina listarliga uppliving.

Hip-hop er tríggjar høvuðstættir: popping, locking og breaking – og við støði í hesum hevur dansurin ment seg til ein tann populerasti og mest týðandi av øllum dansum.

Endamál

  • At næmingarnir fáa eina holla vitan um søguna handan hiphop
  • At næmingarnir læra hiphop basics
  • At næmingarnir læra at samanseta koreografiir
  • At næmingarnir enda árið við einari dansisýning

Skrá

August – oktober:

  • HipHop basics
  • HipHop history
  • Fysisk venjing til dans

Oktober – desember:

  • Breakdance basics
  • Koreografisk frálæra um Urban stílar
  • Jólaframsýning

Januar – apríl:

  • Lab classes
  • Venjing fram ímóti sýning
  • Roynd – HipHop foundations

Apríl – mai:

  • Framsýning - Skálin NLH

Starvsleið

Gongur tú runt við einum innara dansara og manglar eitt stað at sleppa royna teg, so eru dansitímarnir í NámX tað rætta fyri teg.

Ætlar tú á ferð í professionella dansiheimin, so kann HipHop & Urban dance styles verða byrjanin á
tíni leið.

Lærari verður Diana Hansen.