Tillagingar í samband við verkfallið
27/05/2024
Skúlin sleppur ikki av við burturkastið, so leingi verkfall er, og tað er avmarkað pláss í ruskbingjuni. Frá týskvøldinum á midnátt fara tey, ið vaska skúlan, eisini í verkfall.
Tískil seta vit tiltøk í verk. Fyri at minka um ruskmongdinar, steðgar mjólkaskipanin frá týsdegnum 28.mai. Samstundis skulu bæði starvsfólk og næmingar taka matpakkarusk heim aftur við í mateskjuni, og vit skulu øll hugsa um, hvat vit koyra burtur. Einnýtistilfar, embalagu og líknandi frámæla vit, meðan verkfall er. Tit frætta leypandi, um vit gera broytingar í vanliga skúladegnum hjá næmingunum. Vinarliga Eyðna Magnussen, skúlastjóri
Seinastu tíðindi
18/09/2026
KERVI+
Kervi+ er nýggj lestrarfyrisitingarskipan hjá føroyska undirvísingarverkinum; tað er Undirvísingarstýrið, sum hevur ment hesa skip…
05/09/2026
Hoyvíkstjørn verður tømd
Nú Tórshavnar kommuna skuldi tøma Hoyvíkstjørn, fekk skúlin fyrispurningin, um onkur flokkur hevði hug at hjálpa til at fanga síli…
03/09/2026
6.flokkur við Westward Ho
6.flokkarnir í Tórshavnar Kommunu kunnu fara ein túr á flot við Westward Ho. Hósdagin var túrurin komin til okkara 6.flokk. Næming…