Størv í Eysturskúlanum 2026/27
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2026 í Eysturskúlanum
5 føst størv við setan frá 1. august 2026. Setanarbrot 1
3 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2026/27 fyri lærarar í farloyvi.
1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 26/27 sum fastløntur vikarur við setanarbrotið 0,5 við møguleika fyri at hækka brotið gjøgnum árið vegna avlopstímar ella umskipanir.
Størv í Serflokki – Lonin í Hoydølum
Einum lærara í fast starv, setanarbrotið er 1.
Einum lærara í tíðaravmarkað starv við setanarbroti 0,5.
Einum lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2026/2027 vegna lækkað tímatal og at lesa tímar alt eftir, hvussu nógvir næmingar eru í serflokkinum. Setanarbrotið verður endaliga ásett 1. september.
Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:
- eru samstarvs- og virkisfús
- eru fyrikomandi og løtt at koma á tal við
- eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur
- leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning og at standa saman um næmingin.
- Leggja orku í at samstarva.
Skúlin hevur royndarvirksemi í Samundirvísing (Co-teaching) í grunddeildini
Førleikakrøv lærarar
Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving. Eisini kunnu tey, ið fáa læraraprógv í ár, søkja á jøvnum føti. Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær floks-/toymisleiðslu.
Tey, ið sett verða, mugu kunna undirvísa í hesum lærugreinum: Støddfrøði, føroyskum, donskum, enskum. Søgu/samf.frøði og serundirvísing.
Okkum tørvar lærarar í grunddeild, miðdeild, hádeild og NámX
Eisini tørvar okkum lærara við Lesivegleiðaraútbúgving.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Lærarastørvini er lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Barnaváttan verður kravd í samband við setan.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til
eydna.magnussen@skulin.fo merkt “Starv, lærari” í seinasta lagi fríggjadagin 04.juni kl. 13:00.
Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðu okkara og við at venda sær til skúlastjóran, Eyðnu Magnussen, tlf. 214755
Í Eysturskúlanum ganga skúlaárið 2026/27 umleið 590 næmingar í 1.-10.flokki.
Í skúlanum arbeiða uml. 70 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, skrivari, reingerðarfólk, heilsufrøðingur og húsavørðar.
Vit leggja vit dent á:
At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi. Skúlin hevur royndarvirksemi í Samundirvísing (Co-teaching) í grunddeildini, har samstarv og felags fyrireiking er eitt krav.
At royna nýggjar leiðir á náttúrvísindaliga økinum og hava Scienceflokkar í hádeild.
At arbeiða innovativt
At tollyndi og trivnaður er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi
At menna og geva sítt íkast til týdningamikla felagsskapin, sum er grundarlagið undir skúlanum.