Væl komin aftur í skúla
Summarferian fer at halla, og vit fara aftur í skúla soleiðis:
Starvsfólk skúlans byrja aftur mánadagin 10. august kl 9.00.
Næmingar í 2.flokki - 9.flokk møta í floksstovunum, mikudagin 12. august kl. 10.00.
Næmingar, sum byrja í 1.flokki í Eysturskúlanum, møta saman við foreldrum í Skúlahøllini, mikudagin 12. august kl. 11.00.
Næmingar í 2. og 3.flokki (serflokkur) í Lonini í Hoydølum møta mikudagin 12.august kl. 10.00 í Lonini.
Nýggir næmingar í Lonini (serflokkur) møta mikudagin 12.august kl. 13.00 í Lonini.
Næmingar í NámX møta í Skúlahøllini, mikudagin 12.august kl. 13.00.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur og eru sjálvandi sera spent at heilsa upp á børnini, ið skulu í skúla á fyrsta sinni.
Frá hósmorgni 13. august, møta øll eftir tímatalvuni.
Vinarliga
Eyðna Magnussen, skúlastjóri.