KERVI+
18/09/2026
Kervi+ er nýggj lestrarfyrisitingarskipan hjá føroyska undirvísingarverkinum; tað er Undirvísingarstýrið, sum hevur ment hesa skipanina.
Skipanin er nú klár at seta í verk, so vit í Eysturskúlanum - eins og allir fólka- og miðnámsskúlar í landinum - fara at flyta okkara skrásetingarvirksemi inn í Kervi+.
Vit í Eysturskúlanum hava valt at flyta eina deild í senn inn í Kervi+. Vit byrja við hádeildini og verkseta ein árgang í senn.
Foreldur og avvarðandi fáa kunning so hvørt árgangirnir verða virkjaðir.
Blíðar heilsanir
Eyðna Magnussen, skúlastjóri
Seinastu tíðindi
26/10/2026
Børn hjá foreldrum, sum eru farin hvør til sítt
Í Eysturskúlanum gera vit nógv fyri, at børnini skulu trívast og hava tað gott, og royna vit at gera okkurt munagott fyri at trygg…
05/09/2026
Hoyvíkstjørn verður tømd
Nú Tórshavnar kommuna skuldi tøma Hoyvíkstjørn, fekk skúlin fyrispurningin, um onkur flokkur hevði hug at hjálpa til at fanga síli…