Tilhaldið og grunddeildin hava havt sangløtu
Í dag var ein sera rørandi og góð løta í skúlahøllini, tá børn og eldri hugnaðu sær við felagssangi.
Tilhaldið og skúlastjórin tosaðu her fyri saman, um tað ikki kundi verið hugnaligt at næmingarnir og tey, sum ganga í Tilhaldinum, høvdu eina sangløtu og so var ein dagur settur á skrá.
Í dag hittust tey í skúlahøllini og í sangskránni vóru bæði nýggir sangir, sum børnini dugdu betri enn tey eldru, meðan aðrar sangir dugdu tey eldru betri. Tað ljóðaði so sera væl.
Aftaná at hava sungið tjóðsangin, fóru næmingarnir aftur til undirvísing. Øll frá Tilhaldinum vóru sitandi í høllini og fingu sær ein drekkamunn, meðan Eyðna greiddi frá um búmerki hjá Eysturskúlanum. Nýggja búmerki varð avdúkað til 40 ára haldið.
Vit eiga nógvar góðar tónleikalærarar og hesa ferð vóru tað Joanna, Durita og Árni, sum skipaðu sangin.
Hetta gera vit heilt víst aftur.
Myndir eru í myndasavninum og á Facebooksíðuni hjá Eysturskúlanum eru sangir lagdir út.