Børn hjá foreldrum, sum eru farin hvør til sítt
Í Eysturskúlanum leggja gera vit nógv fyri, at børnini skulu trívast og hava tað gott, og royna vit at gera okkurt munagott fyri at tryggja hesum.
Sum nakað nýtt fara vit at bjóða børnum, hvørs foreldur eru farin frá hvørjum øðrum, at koma í samrøðubólk. Hetta er fyrsta árið, at børn í Eysturskúlanum kunnu fáa hetta tilboðið bjóðað, og hava vit hoyrt frá øðrum skúlum, ið hava samrøðubólkar, at børnini hava verið glað fyri tíðina í samrøðubólki.
Hjúnarskilnaður er ein av teimum avbjóðingunum, ið nógvar familjur hava í dag. Alt fleiri børn í Føroyum uppliva, at foreldur fara frá hvørjum øðrum, áðrenn tey eru 18 ár. Familjubrotið førir fyri tey flestu við sær stóra sorg og nógvar tankar. Óansæð um hjúnarskilnaðurin hevur verið lagaligur ella merktur av stríði, vísir tað seg, at børnini sita eftir við nógvum ósvaraðum spurningum, ið tey kunnu hava gleði av at práta um í einum tryggum og óheftum umhvørvi.
Mari Ann Ellendersen, heilsufrøðingur, og Marita Bech, námsfrøðingur hava í samráð við “Center for Familieudvikling”, ið nú eitur ”Styrk familierne” tikið eina eftirútbúgving á Námi í at hava samrøðubólk fyri børn, hvørs foreldur eru farin frá hvørjum øðrum. Tær verða bólkaleiðarar og fara saman at skipa samrøðubólkin. Samrøðubólkurin er eitt stað, har børnini fáa høvi at hitta onnur, ið hava upplivað nakað líknandi. Við at fáa sett orð á tankar og kenslur kann tað geva teimum eina kenslu av, at tey ikki eru “einsamøll”, “skeiv” ella “løgin”. Tað er tagnarskylda í bólkinum. Tað vil siga, at bólkaleiðarnar ikki bera persónligar upplýsingar víðari til onnur, hvørki skúlaleiðslu ella foreldur. Samrøðubólkurin er eitt fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men heldur at geva børnunum møguleika at seta lívsumstøður teirra í eitt størri høpi og geva teimum ítøkilig amboð at handfara sínar kenslur og hugsanir. Royndir vísa, at børn læra sera nógv av at spegla sær í javngomlum.
Samrøðubólkurin byrjar í november og hittist eftir skúlatíð eina ferð um vikuna í 8 vikur (4 vikur áðrenn jól og 4 vikur eftir), 1½ tíma hvørja ferð. Samrøðubólkurin verður hildin í hølinum hjá námsfrøðingunum, nevnt Skáin. Tilboðið um luttøku í samrøðubólkinum fevnir um øll børn, hvørs foreldur eru farin frá hvør øðrum, og er sostatt ikki treytað av, um skilnaðurin fór fram fyri stuttari tíð síðan ella fyri mongum árum síðan. Tó skal tað í minsta lagið verða ½ ár fráliðið. Tilboðið hetta skúlaárið er til 4., 5. og 6.flokk.
Tey, ið vilja vera við, kunnu ringja ella heilsufrøðingin ella námsfrøðingin.
Møguleiki er at lesa meira um “styrk familierne” á https://styrkfamilierne.dk/
Um tit hava spurningar ella viðmerkingar, eru tit vælkomin at venda tykkum til bólkaleiðarnar.