Viðtalur 11. og 14. mars

Morgunmatur 14/12

Bólkar í ítrótti/svimjing

Morgunmatur í 5.a (lagt út 02.10.23)

Yvirlit yvir viðtalurnar 18. og 21. sept (lagt út 13.08.23)

Møguleiki at tekna tykkum til kór!

Evnisvika og stuðulstiltak (08.06.23)

Landsroyndin (lagt út 17.04.23)

Foreldraviðtalur (skrivað út 12/3)

4. Flokkur hevur ítrótt í kavanum

1
Eysturoyar dansifelag eystdans.dk
Brestis kvæði
Árla var um morgunin,
sólin roðar í hav,
Beinir gekk í skálan inn,
sum Brestir sterki svav.
Treðum lættliga dansin!
Dagurin skín so fagurliga,
komið er hægst á summarið.
2. "Statt upp Brestir, bróðir mín!
sól í skorar gyllir,
eingin blæsur vindur á vág,
og sjógvurin er stillur.
3. Lít tær út á Lítlu Dímun,
har hvítir ei við tanga,
aldri fæst ein betri dagur
bjargaseyð at fanga."
4. Tóku bond og bjargalínur,
gyrdu svørð við belti,
gingu so til strandar oman,
dreingir tveir teir eltu.
5. Mælti tað Sigmundur Brestisson,
vetrar var hann níggju:
"Eg skal út á Lítlu Dímun
hin villa veðr at síggja."
6. Svaraði Tórir Beinisson,
á tólvta ári var:
"Faðir, fert tú á Dímun út,
lat meg fylgja tær!"
7. "Hvat skulu tit á Dímun gera,
har eru stíggir trongir,
langir eru teir loftskútar,
og lágir eru tit dreingir."
8. Svaraði Sigmundur Brestisson,
snimma vaks hans hugur:
"Hann, ið alist við øsku inni,
lítið í leikum dugir!"
9. "Satt hann sigur, sonur mín,"
Brestir tók til orða,
"eingin skal hjá ungum alva
bragdarhugin forða."
10. Tóku bát úr tøttum neysti,
rangt var teimum sjógvað,
dreingir settust á rengur niður
og høvdingar at rógva.
11. Løgdu teir at oynni inn,
bátin upp teir drógu,
gingu so í bergið fram,
sum brattar rásir lógu.
12. Fótafimir og klófastir,
óttaðust ei nakað,
lupu lætt um leysar upsir
styggan seyð at taka.
13. Fimm hundrað av áseyði
Lítla Dímun bar,
svart var alt sum kolamógvur,
eyðkent slag tað var.
2
Eysturoyar dansifelag eystdans.dk
14. Stygt og kvikt sum villur fuglur,
vártreyst út av lagi.
So er sagt, at hvalbingar,
teir tóku av alt slagið.
15. Tykir mær tað harmiligt
at fara so um fæ;
fyrnsta seyð, í Føroyum var,
meg lysti enn at sæð.
16. Fullvæl dugdu høvdingarnir
vargaseyð at veiða,
gingu so at báti oman,
fongin við sær leiða.
17. Hildu fram at Stóru Dímun,
vildu vinna heim,
síggja trinnar miklar skútur
sigla mótur teim.
18. Albrynjaðar tríggjar tylvtir
taldu teir á førum;
glitra spjót og gyltir hjálmar,
sólin skein á svørðum.
19. Brestir mælir orðum hátt,
gott var í honum evni:
"Fullvæl kenni eg seglini
og gylta drekastevnið.
20. Hoyr tú Beinir, bróðir mín!
hvat ráð skulu vit taka?
Hasir eru garpar teir,
ið okkum ætla at saka.
21. Fyrstur siglir Havgrímur,
og síðan Gøtutróndur;
áðrenn økt at enda er,
elvist leikur óndur.
22. Fyrstur siglir Havgrímur,
og síðstur siglir Bjarni;
áðrenn sól í havið setir,
blóðgast okkurt jarnið.
23. Skjótt so ber teir sjóvarfallið,
lagnan gerst so skeiv,
náddu vit at Rakhellu
og komu upp í Kleiv,
24. komu vit í stíggin upp,
vit kundu hann væl verja,
høgdu niður hetjur tær,
ið tordu á at herja."
25. Svaraði hartil Beinir sterki,
í royndum var hann góður:
"Vit skulu halda at oynni inn,
og taka ein harðan róður.
26. Haldum fram mót næsta nesi!
Kunnu vit landi ná,
ikki skulu teir rósa av,
teir lættan sigur fá!"
27. Hildu teir mót oynni inn,
herskip aftaná;
sóust rógva kappar tveir,
so hvíta mjøll dreiv frá.
28. Armar orna, andlit rodna,
spennast sterkar spengur;
árar bogna, homlur togna,
skúmið dreiv um rengur.
29. Rokið stóð um æsing inn
sum vestanveður hvast,
rendu so at fjørusteini,
at barkabandið brast.
3
Eysturoyar dansifelag eystdans.dk
30. Sigmundur og Tórir ungi
vóru ikki seinir,
lupu teir á landið upp,
Brestir og so Beinir.
31. Hildu teir at hellu fram,
sum hamarsklettur var,
lyftu upp so dreingirnar
og settu niður har.
32. "Hoyr tú Beinir, bróðir mín!
her skal stríðið standa,
onkur skal til heljar fara,
áðrenn vit hava andað!
33. Tú skalt taka suðursíðu,
høgt er har at herja;
eg skal standa norðanvið,
har verri er at verja."
34. Havgrímur og Bjarni bóndi
fram mót hamri fara,
Tróndur við sínum fylgisveinum
reikar runt í tara.
35. Roynast vildu reystir dreingir,
skjótt teir atsókn veita,
brøður høgga fast og hvast,
teir renna flógvan sveita.
36. Brøður kundu brandar beita,
kendu væl til leikir;
reyðir gjørdust brynjuringar,
kjálkar gjørdust bleikir.
37. Eldur reyk úr eggjateinum,
stál mót stáli smellir,
fimm so fullu kroppar niður,
heilin støkk um hellur.
38. Beinir tveir til heljar hjó,
og tríggjar Brestir sterki;
ota undan allir aðrir,
gleðast ei við verkið.
39. Reiður var tá Havgrímur,
hann sær mót Tróndi vendir:
"Hví manst tú sum fjøruseyður
reika runt um strendur!
40. Til tess gav eg tær ognir mínar,
tú skuldi í víggið ganga;
hví letur tú og alt títt lið
svørð í slíðrum hanga?"
41. Vitugur var Gøtutróndur,
ikki treyt honum svar:
"Mikið vilt tú manntal hava
til skotbjálva hjá tær.
42. Kappa manst tú kalla teg,
dólgur ert tú av sonnum,
kanst tú ikki við tógva tylvtum
vinna á tveimum monnum!
43. Heysta manst tú harm og háð,
tað spyrst um leið so langa,
liðið leyp á tógva menn
og mátti aftur ganga.
44. Vilt tú millum manna metast,
og bilar tær ei hugur,
fyrstur gakk á klettin upp,
og vís so, hvat tú dugir!"
45. Argur gjørdist Havgrímur,
ilskan vaks um mótið,
rendi hann mót Bresti upp
og legði til við spjóti.
4
Eysturoyar dansifelag eystdans.dk
46. Spjótið gleið í miðju inn,
stál í indrum lendi;
Brestir gjørdi eitt avreksbragd,
hann banasár sær kendi.
47. Trýsti hann seg á stungu fram,
blóð úr beni oysti,
høgdi so til Havgrím sterka,
øksl og arm hann loysti.
48. Deyður dettir Havgrímur
og Brestir omaná.
Beinir berjist menniliga,
tó hann falla má.
49. Tóri runnu tár á kinn,
harðnar Sigmunds sinni:
"Grátum ikki frændi mín,
vær goymum væl í minni!"
50. Tróndur trínur á válin fram,
væl kundi hann orðum greiða:
"Ikki vinst á hvørjum vetri
í Valhøll betri veiða.
51. Hoyrast mugu hetjur hesar
hart um Bifrøst fara; -
doyggja má hvør menskur maður,
tó ein mansins æra.
52. Ei man vera hildarleikur
lokin enn at enda,
taka skulum vær dreingirnar
og sama veg teir senda!"
53. Sveinur svørð úr slíðrum dregur;
Bjarni fram sær skundar:
"Tykir mær so vont eitt verk
at drepa børn sum hundar.
54. Njóta skulu dreingirnir
grið ímillum manna."
Mongum líkar bjarna orð,
men Tróndur mælir annað.
55. "Vísur maður er fyrivarin; -
høggið tit dreingirnar niður!
Vaksa teir upp til valamenn,
so býðst okkum eingin friður."
56. Ilskur gjørdist Bjarni tá:
"Verði tú vargur í ve!
Ikki skulu tit dreingirnar drepa
heldur enn sjálvan meg!"
57. "Ikki var hatta vilji mín,"
Tróndur orðum vendir,
"bara vildi eg royndir freista,
hvørt tykkara hugur stendur.
58. Bjóða skal eg teim kostir teir,
ið væl mugu eitast góðir,
sjálvur vil eg teir fostra upp
og læra teir sið og lógir.
59. Kenna teim ítrótt og vápnaleikir,
skaldamál og søgu."
Øllum teim á válinum stóðu
líkti nú Tróndar røðu.
60. Heiðurliga teir høvdingarnar
jarða undir fløtu.
Tróndur tók so dreingirnar
og førdi norð í Gøtu.
Mikkjal Dánjalsson á Ryggi (1879-1956).
Kvæðið stóð í 9. bindi av Varðanum (1929).
Mikkjal yrkti 11 onnur kvæðir, men tey eru lítið og
einki kend.

FIRST LEGO League
Føroyski FIRST LEGO League-endaleikurin verður 12. Novembur 2022 frá kl. 09.30 til 14.30 í skúlanum á Argjaharmi, har 12 lið fara at kappast um at gerast føroyameistarar og møguleikan at umboða Føroyar í Donsku finaluni.

Evnið í ár er "Super Powered" og snýr seg um allar teir ymsu hættirnar vit framleiða, flyta og brúka orku í samfelagnum.
Til endaleikin fara liðini fyri dómarum:
· at leggja fram nýhugsandi loysnir sínar,
· at kappast í robott dystum á stóra flotta lego bananum, og
· at hava básar, har tey kappast um at marknaðarføra loysn sína best.


Øll eru hjartaliga vælkomin til finaludagin at fylgja við, hyggja og eggja á.

Her er ein lýsingarfilmur um FLL

Góðu foreldur (skivað 25/10)
Mikudagin 8.-10.november 2022 skipar Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum fyri lærarum og námsfrøðingum í føroyska fólkaskúlanum.  
Starvsfólk Eysturskúlans luttaka 9.november. 
Høvuðsevnið á ráðstevnuni er lesing, og er hetta eitt framhald av verkætlanini Føroyar lesa, sum fór av bakkastokki í august 2020. 
Næmingar í Eysturskúlanum hava tískil frí 9.november. 

Viðtalurnar 4. okt - Yvirlit

Yvirlit Handaverk & List

Síðsti skúladagur við vaflum

Eingin myndasøvn

4a & 4b - Kunnandi bræv

Myndir frá seturskúlanum

Skúlafótbóltur 9. juni

Ein túr oman á Skansan

Bræv um seturskúlan

Boðklivin 3. flokkur

Bólkar og dagfestingar í ítrótti

Vinarbólkar várið 2022

Foreldraviðtalur 17. mars

Tillagingar í Eysturskúlanum í samband við korona

Næmingarnir fara at nýta ymiskar inngongdir, so tey ikki trokast saman, tá ið tey koma og fara í og úr skúla og í fríkorterunum. Vit royna, so vítt tað letur seg gera, at halda felagshølini tóm fyri næmingar.

3. flokkur brúkar høvuðsdyrnar í A-lonini (norðanfyri - móti lítlagarði).

Foreldur verða biðin um at lata børnini ganga sjálv inn í skúlan ella avlevera tey við dyrnar.

Næmingarnir verða eggjaðir til bert at vera saman við floksfeløgunum.


Næmingarnir skulu minnast á, at teir eiga at hava egið pennahús við øllum amboðum - blýantar, litblýantar, blýantspískara, viskileður, linjál, saks, límstift v.m. - alt tað, ið teir hava brúk fyri í undirvísingini.

Vit minna okkum á aftur at gera okkum stóran ómak við at hava gott reinføri og royna so vítt møguligt at halda tilmæltu frástøðuna.

Vit halda ongar stórar samkomur; t.v.s. tað verða eingir felags foreldrafundir og eingin morgunsangur komandi vikuna.

 

Skriv frá skúlanum viðv. Korona

Hósdagur 21.okt

Skógvaeskjur

Viðtalurnar hósdagin 30.sep

Yvirlit yvir vinarbólkar

Túr í fjørini (Undir tyrlupallinum)

Vinarliga keypið 5 skrivihefti,  eins og tað á myndini. ( tey kunnu hava ymiskar litir, men tey skulu hava 4 linjur eins og myndin)

Túr Svartafossi

Støddfrøði 18.mai

Fidget toys dagur :)

Støddfrøði 4. Mai

Ítróttur

Yvirlit yvir foreldraviðtalur

Vinarbólkar - feb til juni

Framløgur.

Mánadagar frá 18. jan, fara børnini at leggja fram um okkurt serligt upplivilsi tey hava havt (tit avgera hvat tey leggja fram um) Tvey børn leggja fram hvønn mánadag, og framløgan skal helst vera 2-3 minuttir. Eftir framløguna sleppa lurtararnir at seta spurningar.

Fyri at leggja teimum lag á, fáa børnini 4 smá kort heim við, sum tey kunnu skriva sær stikorð á. 
1) Nær og hvar var upplivilsið?
2) Hvat var upplivilsið um, og hvør var við?
3) Hvat var serligt við upplivilsinum? 
4) Annað, ið tit halda er viðkomandi um upplivilsið?

Stuttligt hevði verið við myndum frá upplivilsinum, ið vit kunnu vísa øllum á skerminum. Vinarliga sendið myndir til dj1101y4@skulin.fo og birna.berglind@skulin.fo 

Skoyting 18.jan

Kavamyndir

Ítróttur í januar

Fyrsti kavadagur í ár

Børnini sera glað :)

Ítróttur fram til jóla

Uppstillingarlisti til skúlastýrisvalið

Skúlastýrisvalið 2020

Ítróttur fram til 13. novembur

Film og hugni

yvirlitið til viðtalurnar

Spælibólkar

Sandagerð 27.aug

Vælkomin aftur í skúla til skúlaárið 2020/21

Vit gleða okkum at byrja eitt nýtt skúlaár. Nú eita vit 2. flokkur og vit skifta flokshøli. Okkara stovur venda niðan ímóti spæliplássinum við tveimum teimum fyrstu neyðdyrnum. Vit nýta neyðdyrnar til høvuðsdyr, tí flokkarnir skulu ikki umgangast hvønn annan úti í gongini. Foreldrini kunnu ikki koma inn í skúlan við sínum børnum.

Týsmorgunin kl. 10.00 bíða Durita og Birna tykkum við neyðdyrnar uttanfyri flokshølini. Vit fáa tímatalvu, hugna okkum, práta um summarferiuna og um nýggja skúlaárið sum heild. Eisini sleppa vit at heilsa uppá nýggjan næming, ið eitur Tór, hann er fluttur í grannalagið. 

Korona er komin aftur at vitja, so hana mugu vit taka atlit til. Reinførið verður í hásæti, men kravdu frástøðuna fáa vit ikki hildið. Okkara flokkur, ið er 39 børn, er ein eind, og vit koma ikki at blanda okkum við aðrar flokkar í fyrstu atløgu. Allir flokkar halda seg í síni eind. 

Frítíðarskúlin avheintar kl. 11.00.

Vinarliga
Birna og Durita, flokslærarar

Góðu foreldur. Foreldraviðtalurnar, ið vóru á skrá, blivu ikki vegna Korona. Nú er so langt útligið og skúlaárið er næstan at enda komið, so foreldraviðtalurnar verða ikki á hesum sinni, uttan so, at onkur tykkara ynskir eina viðtalu. Sigið okkum frá um so er. 

Frá mánadegnum 25. mai eru vit aftur ein stórur flokkur, tískil húsast vit aftur í upprunahølunum í tveimum bólkum. Vit fara aftur at nýta upprunaligu tímatalvuna, og børnini eru ikki longur í skúla bara frá 8.00 til 12.00. Tey møta sum áður millum 7.55 - 8.10, øll nýta høvuðsinngongdina í innskúlingina og foreldrini hava ikki atgongd inn í skúlan. 

Hesuferð leggja tey fram við eini mynd heimanífrá frá onkrum upplivilsi, onkrari feriu ella túri. 

Innlating nr. 7 - at lata inn 27.05.2020

Túrur hósdagin 14.mai

Niðanfyri tyrlupallin

Skúlin eftir Korona tíðina

Leggja fram

Næmingarnir velja ein lut heimanífrá, tey greiða frá søguni handan lutin og vísa fyri hinum í bólkinum. Onkran lut/ella mynd av lutinum, ið tey eru glað fyri. 

Bólkar í viku 20

1a (Birna): Eva, Marita, Johannes, Kári, Freia, Sára, Ronja, Froya og Artur. 1a stendur á brandhurðini, har tey (til onnur boð koma) ganga inn og út úr skúlagarðinum.

1b (Sólvá): Daniel Peter, Ejler, Jógvan, Tóra Bjørk, Liljan, Lilja, Hanna Rósa, Natalie og Aria. 1b stendur á brandhurðini, har tey (til onnur boð koma) ganga inn og út úr skúlagarðinum

1d (Durita): Brynja, Sesilia, Klara, Bára, Heidi, Suffía, Tita, Zsófia, Magnus, Nóa og Noah: 1d stendur á høvuðsinngongdini í innskúlingini, har einans tey (til onnur boð koma) ganga inn og út úr skúlagarðinum.

1e (Beinta): Aron, Sonja Elisabeth, Filip,Halla, Beinta, Gunnhild, Jonna og Bára: 1.e stendur á brandhurðini inn til 3.fl, har tey (til onnur boð koma)  ganga inn og út úr skúlagarðinum.

Bólkar í viku 18

Ein nýggjur bólkur er til næstu viku, hinir eru óbroyttir

1a (Birna): Eva, Marita, Johannes, Kári, Freia, Sára, Ronja og Froya. 1a stendur á brandhurðini, har tey (til onnur boð koma) fara at ganga inn og út úr skúlagarðinum.

1b (Sólvá): Daniel Peter, Ejler, Jógvan, Tóra Bjørk, Liljan, Lilja og Hanna Rósa. 1b stendur á brandhurðini, har tey (til onnur boð koma) fara at ganga inn og út úr skúlagarðinum

1d (Durita): Brynja, Sesilia, Klara, Bára, Heidi, Suffía, Tita og Zsófia. 1d stendur á høvuðsinngongdini í innskúlingini, har einans tey (til onnur boð koma) fara at ganga inn og út úr skúlagarðinum.

1.e (Beinta): Aron, Sonja Elisabeth, Filip og Beinta. 1.e stendur á brandhurðini inn til 3.fl, har tey (til onnur boð koma) fara at ganga inn og út úr skúlagarðinum.

 

Krabbabøkur til teirra, ið eru liðug við hinar lesibøkurnar

Góðu foreldur

Nú eru vit til reiðar at taka ímóti børnunum mánamorgunin frá kl 7.55 - 8.10. Tey kunnu møta hesar 15 minuttirnar fyri at fyribyrgja at øll ikki koma í senn. Lesið skrivið frá skúlastjóranum, ið liggur sum eitt word skjal beint áðrenn hesa kunning, somuleiðis lesið kunningina, ið vit skrivaðu tykkum fyrr í vikuni her í boðklivanum. 23 næmingar koma í skúla mánamorgunin. Tey eru býtt soleiðis:

1a (Birna): Eva, Marita, Johannes, Kári, Freia, Sára, Ronja og Froya. 1a stendur á brandhurðini, har tey (til onnur boð koma) fara at ganga inn og út úr skúlagarðinum.

1b (Sólvá): Daniel Peter, Ejler, Jógvan, Tóra Bjørk, Liljan, Lilja og Hanna Rósa. 1b stendur á brandhurðini, har tey (til onnur boð koma) fara at ganga inn og út úr skúlagarðinum

1d (Durita): Brynja, Sesilia, Klara, Bára, Heidi, Suffía, Tita og Zsófia. 1d stendur á høvuðsinngongdini í innskúlingini, har einans tey (til onnur boð koma) fara at ganga inn og út úr skúlagarðinum.

Í hesum Korona tíðum SKAL eingin deila blýantar, farvur, saksar, lím o.a. tí er tað SERA umráðandi, at hvør næmingur hevur ein fullfíggjaðan pennahúsa. Gott hevði verið, um børnini eisini hava onkrar teknibøkur og uppgávubøkur í taskuni, sum tey eru glað fyri.

Latið børnini í eftir veðrinum. Umráðandi er at øll hava matpakka og drekkidunk við, mjólkaskipanin fer í gongd aftur mikudagin. 

Børnini hava nógvar lesi- og krabbabøkur heima, takið ALLAR hesar við í skúla mánamorgunin.

Og til tykkara, ið hava børnini heima! Tit verða biðin um at koma mánadagin 20. apr millum kl. 12.00 og 12.30 á stóra parkeringsplássið uttanfyri høvuðsdyrnar. Her fáa tit bøkur, ið vit arbeiða í hesa vikuna. Havið allar lesi- og krabbabøkur við heimanífrá, hesar SKULU latast okkum. Tit fáa ikki nýggjar lesibøkur heim við, men lesibøkur verða lagdar í boðklivan á heimasíðuna. Fylgið vikuætlanini!

Sum Eyðna longu hevur kunnað, so taka vit eina viku á gangin. Ynskir onkur afturat at koma í skúla frá mánadegnum 27. apr, skal boðast frá innan hósdagin kl. 12.00.

vh
Birna og Durita
---------------------------------------

Summary in English: Children meet between 7.55 - 8.10, so that everyone doesn't meet at the same time. 23 pupils are coming to school in Monday, the rest are homeschooled. The children are grouped in 8+ 1 teacher and they will enter the school through different doors, mainly through fireescape doors. 1d is the only group that enters the mainentrance by our two classrooms.

We can not share pencils, colouring pens, scissors etc..... everyone needs to bring their own. You can bring your own colouring-in books.

We will be outside everyday if the weather permits, dress according to the weather. Bring food and drinkbottle as usual.

Kindly
Durita and Birna

Skriv frá skúlastjóranum viðv. skúlabyrjan

Góðu foreldur (English below)

Nú gleða vit okkum at síggja børnini aftur, og vit lova at gera okkara allar besta fyri at komandi vikurnar verða góðar og gevandi. Men...... tit foreldur eiga ein stóran leiklut í, at "korona-skúlin" kemur at eyðnast, tí skúladagurin verður øðrvísi enn tann, børnini kenna til higartil. Kunnu tit vinarligast longu nú byrja at fyrireika børnini uppá fylgjandi broytingar:

1) Vit vera ikki ein stórur flokkur, men deild í bólkar á 6-10 næmingar + ein fastan lærara, ið hevur allar lærugreinarnar. Hesi børnini læra, eta og spæla saman og blandast sera lítið við hini. 

2) Næmingarnir møta millum 7.50 og 8.20, hetta fyri at øll ikki møta í senn. Skúladagurin er frá 7.50 -12.00 og frítíðarskúlin fer at halda til í skúlanum. Tit avgera sjálv, nær tykkara barn møtir millum 7.50 og 8.20. Protokoll verður ført kl 8.20.

3) Foreldur hava ikki loyvi at koma inn í skúlan yvirhøvur.

4) Vit brúka ikki høvuðsinngongdirnar men brandhurðarnar, ið føra inn til hvørt skúlahøli sær (nærri kunning um hvør fer hvar kemur seinni)

5) Vit fylgja neyvt vikuætlanini, soleiðis at tey, ið hava heimaskúla gera júst tað sama, sum vit gera í skúlanum. 

6) Børnini fáa boð og vegleiðing um at vaska og spritta hendur oftari enn áður. Hvør bólkur hevur eitt ávíst WC, ið verður merkt til júst tann bólkin. 

7) Børnini fara at sita við einaborð, og tey verða vegleidd í at halda frástøðu so vítt, sum tað ber til. 

Meira kunning kemur fríggjadagin,

Vinarliga
Birna og Durita

------------------------

Dear Parents

We are looking forward to seeing your children again and we promise to do everything possible for our new "Korona school" to be successfull. It is very important that you help us by preparing your child to the new rules that will be applied from Monday the 20th Apr, their schoolday will be very different to what they were used to before the Corona-break. Please advice them on the following:

1) We will not be a big class like before. The children will be divided up in groups of 6-10 pupils + 1 teacher that teaches all subjects. These children will learn, eat and play together and mingle very litle with the other children.

2) The children can meet between 7.50 and 8.20, this is to prevent them from coming all at once. The schoolday is until 12.00 o'clock and Frítíðarskúlin will be in Eysturskúlin after 12.00 o'clock.

3) Parents are not allowed in the school at any time.

4) We will not be using the main entrences, but the firedoors that lead into every individual class room. (More info is coming before Monday)

5) We will put detailed info on our vikuætlan, so that those having homeschool can learn exactly the same as those attending school.

6) The children will receive guidelines and orders to wash and sanatize hands more often than before, and each group will have their own toilet. The doors will be marked. 

7) The children will sit one and one at each table, and they will be thought to keep a distance as much as possible.

More info is coming on Friday

Kindly
Birna and Durita

 

Páskafrítíðin longd - in english below


Góðu næmingar, foreldur og onnur áhugað

MMR boðar í skrivi frá, at páskafrítíðin er longd til 20.apríl. Tó er serliga neyðskúlatilboðið fyri 1. - 3. flokk opið fyri tey, ið hava tørv á tí í vikuni eftir páskir, 14.-17.apríl. Hevur onkur tørv á hesum tilboði, kunnu tit skriva til eydna.magnussen@skulin.fo ella ringja tlf. 214755.

20.apríl verður skúlagondin varliga tikin upp aftur. 

4.-9.flokkur og Nám X fara at hava netundirvísing. Luttøkuskylda er galdandi fyri alla netundirvísingina. 

1.-3.flokkur kunnu møta í skúla frá 8.00-12.00 hvønn dag. Frítíðarskúlin letur upp kl. 12.00 hesar dagarnar.

Tað er tó ikki eitt krav, at næmingarnir í grunddeildini møta í skúla. Foreldrini taka avgerð um hetta. At møta í skúla er tískil eitt val, og tey, ið ikki ynskja at senda børnini í skúla, boða flokslæraranum frá. Hesir næmingarnir fáa so ein heimasetning frá skúlanum at gera hvønn dag, so leingi, sum skúlin verður skipaður á henda hátt. 

Eisini skulu vit boða frá, at allar próvtøkur eru avlýstar í ár, og landsroyndin er flutt til í september; landsroyndin verður fyri somu næmingum, sum áttu at farið til landsroynd í apríl í ár.  

Blíðar heilsanir

Eyðna Magnussen, skúlastjóri

 
In english:

Dear parents, relatives and pupils

The Easter holiday has been extended for one week.

There will be no school until the 20th of April.

If needed, it will be possible for children in classes 1-3 to be looked after from 14th-17th of April. If you need your children looked after, you may send an e-mail to eydna.magnussen@skulin.fo. Please label the e-mail ‘Neyðansing’.

On April 20th schooling will resume.

Pupils from the 4th-9th  grade will continue being schooled over the internet. Attendance is mandatory for all schooling over the internet.

Pupils from first, second and third grade may come back to school from 08:00 – 12:00 every day. The after school programme will be open from 12:00 these days.

Those, who don’t wish to send their children to school, may inform their class teacher of this decision. These pupils will get homework on a daily basis as long as schooling is done in this manner.

We would also like to inform you that all exams are cancelled, and that the national test is rescheduled for September.

Best wishes

Eyðna Magnussen, principal

  • Ongar fílur

Góðu tit í 1.flokki

Nú fara vit í páskaferiu; njótið hana saman við húskinum. Eg má siga, at eg eigi ikki orð fyri, hvussu røsk tit hava verið, nú tit hava verið heima í skúla.

Hvussu tað verður aftaná páskir, veit eg ikki enn, men so skjótt eg veit okkurt, leggi eg tað á heimasíðuna hjá skúlanum. www.eysturskulin.fo

Gleðiligar páskir ynski eg tykkum.


Eyðna Magnussen, skúlastjóri

Kunningartilfar til barnafamiljur í sambandi við korona

Kunning arskriv um mannagongdir viðv. Covid 19

Yvirlit yvir foreldraviðtalur 16. og 17. mars

Ítróttur í 1.flokki (jól til páskar)

Nýggir vinarbólkar (feb - juli)

Fastalávint

Børnini arbeiða við støddfrøði

Lesið um, hvussu skrubb skal viðgerast

Innlating nr.4

Kunning um 100 daga veitsluna

Innlating nr. 3

Jólaverkstøð

Støddfrøði við 1.flokki

Vinarbólkar

Telefonlisti

Innlating nr. 2. latast inn 4 desember

Lepi til myndatøku

Yvirlit yvir viðtalurnar.

Ítróttur

Góður foreldur

Sum eina roynd at betra um ferðslutrygdina hjá okkara yngstu næmingum, fara vit eftir heystfrítíðina at steingja portrið í Lítlagarði; portrið, sum gongur beint út á vegin (ovasta partin av Tórgarðsgøtu). Tað kemur onkuntíð fyri, at næmingarnir renna beint út úr garðinum, og tá eru tey beint úti á vegnum; og um morgunin er nógv ferðsla á hesum økinum; børnini eru smá og síggjast ikki altíð so væl.

Børnini skulu nú ístaðin brúka portrið, sum vendir vestureftir (niðan ímóti grøna økinum og spælitorninum omanfyri skúlan)

Vit royna hetta fyrst í 14 dagar, og so eftirmeta vit, um vit skulu lata portrið uppaftur, ella at hetta var ein góð loysn.

Tit, foreldur, eru hjartaliga væl komin at siga, hvat tit halda, tá ið vit hava roynt hetta í 14 dagar.

Blíðar heilsanir

Skúlastjórin og skúlastýrið

 

Ítrótt

Tykkum til kunningar. Í dag hava børnini fingið gávu frá Bank Nordik: Bubu søgubók, skema, talrað o.a.

Børnini koma at eta matpakkan allar 5 skúladagarnar í skúlanum. Um tit einans hava goldið fyri 3 mjólkadagar, kunnu tit fáa nýtt pappír, har tit, um tit ynskja, seta børnini at fáa mjólk tveir dagar afturat.

Vælkomin í 1. flokk. Í morgin, týsdagin 20. aug, byrjar vanligi skúladagurin, vit gleða okkum at koma at kenna tykkum og foreldur tykkara :-)

 

vh

Birna og Durita