Seinasti skúladagur
18/05/2022
Í dag er seinasti skúladagur hjá næmingunum í 9.flokkunum og sum vanligt er, áttu tey pallin í skúlahøllini fyrrapartin.
Har var undirhald av ymsum slagi og lærarar og onkrir næmingar, sluppu at royna seg í fleiri kappingum. Gott undirhald, sum endaði við at næmingarnir tveittu bomm til hinar næmingarnar.
Aftaná var tann siðbundni fótbóltsdysturin millum lærarar og næmingar spældur á Eysturvølli. Dysturin endaði við sigri til lærararnar, 6-0, ein sigur, sum teir kunnu reypa sær av til næsta skúlaár.
Í kvøld býður skúlin næmingum og lærarum í 9.flokkunum til ein góðan bita í skúlanum. Og so byrja próvtøkurnar
Myndir eru á leinkinum:
Seinastu tíðindi
07/11/2026
First lego leauge
Eysturskúlin kláraði seg væl til First lego league 2026!
Alchemilla í 9.flokki gjørdist nummar 2 í allari kappingini.
Og so vunn…
03/11/2026
Tilhaldið og grunddeildin hava havt sangløtu
Í dag var ein sera rørandi og góð løta í skúlahøllini, tá børn og eldri hugnaðu sær við felagssangi.
Tilhaldið og skúlastjórin to…
29/10/2026
Mín jólabók 2026
Fá bókina fyri 1. desembur
Bøkurnar verða sendar út í skúlarnar í viku 47, soleiðis at tey, sum hava teknað seg fyri bókini, f…