Tíðindi úr eysturskúlanum

LESIGLEÐI

06/09/2022

Kanska hugsar tú, at nú barn títt dugir at lesa, so er leyst og liðugt. Men lesing er ikki bara ein spurningur um at seta bókstavir saman til orð. Um barnið lesur hóskandi skjótt og væl og skilir tað, tað lesur, smittar tað yvir á læringina í øllum lærugreinum. Eins og tú bara lærir væl at svimja við at svimja nógv, lærir tú bara at lesa væl við at lesa nógv. Lesifatan er at samantvinna tað, tú veitst og skilir frammanundan við tað nýggja, tú lesur um í tekstinum. 

 

Tí hevur tað týdning, at barnið hevur stóra vitan um verðina, og her kanst tú sum foreldur hjálpa:

Lat barnið lesa nógv
Tosa nógv við barnið
Halt fram at lesa fyri barninum, hóast tað dugir at les! At lesa fyri barninum er avgjørt tað besta, tú kanst gera fyri at økja tilvitið um mál
Upplestur gevur hugna og góðar felags upplivingar
Vanliga megnar barnið um 10 ára aldur at lesa einfaldar tekstir. Tað hevur tó týdning, at tú framvegis lesur fyri barninum, soleiðis at tað hoyrir torskildari tekstir og um torskilt evni og á henda hátt mennir orðfeingið og fær góðar lesiupplivingar. 


LESIGLEÐI
Lesing er ein ótømandi kelda til gleði, spenning, vitan og undirhald. Tað er ikki altíð so lætt at vekja lesigleði og leisáhuga, men sum foreldur kanst tú hjálpa barni tínum út frá tí, tú veitst um áhugamál, førleika og royndir hjá barninum. Við at lesa sjálv/ur ert tú eisini ein fyrimynd fyri barnið. 

Í bókum kann barnið lesa um ymiskar kenslur og tankar, fólk hava, og um støður ymisk fólk koma í. Hetta er ógvuliga mennandi og læruríkt, og barnið kann kenna seg sjálvt aftur og læra onnur at kenna. Barnið kann lesa um eym evni og tað, ið tað kanska ikki torir at spyrja ein vaksnan um. Barnið, sum lesur, fær ein ágóða, sum varir alt lívið. 

HVAR FINNI EG BØKUR OG TILFAR?
Lat barnið hava lætta atgongd til bøkur, og lat bøkur liggja frammi, har barnið er. 
Á bókasøvnum finnur tú nýggjar og góðar, gamlar bøkur umframt ljóðbøkur; ljóðbøkur eru góðar, tí tær byggja á skrivað mál, sum er ríkari enn talað mál. 
Ert tú limur í barnabókaklubbanum hjá BFL, fært tú 8 bøkur sendandi um árið. Sí bokaklubbin.fo
Les Strok, sum er blað til børn í aldrinum 9-16 ár. Sí strok.fo
Kabbabøkur eru lættlesibøkur, ið eru góðar at venja lesiførleikan. Sí bfl.fo

Seinastu tíðindi
03/04/2026
Páskafrí
Vit fara aftur í skúla týsmorgunin, 7.apríl kl. 8:00. Góða páskaferiu!
26/03/2026
3.flokkur á vali
3.fl. var á valstaðnum í høllini á Hálsi og blivu sera væl móttikin har. Tey fingu bomm og sera góða frágreiðing um tað at fara á…
24/03/2026
Bókaklubbur í 4.flokki
Í 4.flokki hava tey bókaklubba. Tey siga soleiðis: "Vit hava lisið Í rósunnar miðju. Prátaðu og hugnaðu okkum í ein tíma ella so…
24/03/2026
Hvørja rás skal eg velja í 7.flokki?
Her er framløgan, sum var víst til felagsforeldrafundin hjá 6.flokkunum:    Framløga um Science og innovatións rásina í Eystursk…
18/03/2026
Hjartaliga til lukku Johann
Í Odense í dag, fekk Jóhann virðisløn. Vit øll í Eysturskúlanum fegnast og ynskja honum hjartaliga til lukku við prísinum.  Her k…
05/03/2026
Vinnarin av SkúlaFM 2026 gjørdist Sjógló úr Eystur­skúlanum
Verkætlanin sameinir nýskapan, burðardygd og føroyskt tilfeingi. Hugskotið er at gagnnýta føroyska rávøru og menna hana til eina n…
02/03/2026
2.a og søgan um risastóru peruna
Í 2.a lesa tey bókina um risastóru peruna hjá Jakob Martin Strid. Tað er læruríkt, men eisini sera stuttligt. Her hava tey - eins…
09/02/2026
Grund­deildin hevur havt evnisviku
Grunddeildin hevur havt evnisviku, har tey arbeiddu við sagnum, kvæðum og ævintýri. Í morgun høvdu tey eina løtu í lonini, har te…
28/01/2026
6.flokkur vann kvæðakapping­ina!
Í dag vann okkara 6.flokkur kvæðakappingina, sum var í Norðurlandahúsinum.  Tá tað kemur til at kvøða og dansa, eru næmingarnir í…
22/01/2026
Kunnandi fundur um Nám X 2026-27
Týskvøldið 27.januar kl. 17.00 er kunnandi fundur í skúlahøllini í Eysturskúlanum.  Øll, ið vilja vita meira um Nám X, eru vælkom…
19/12/2025
GLEÐILIG JÒL
Vit fara aftur í skúla 5.januar 2026.
16/12/2025
INNSKRIVING Í 1.FLOKK
Innskrivingin til skúlaárið 2026/2027 er latin upp. Innskrivingin endar, hósdagin 15. januar 2026. Innskrivingin er á torshavn.fo…
03/04/2026
Páskafrí
Vit fara aftur í skúla týsmorgunin, 7.apríl kl. 8:00. Góða páskaferiu!
26/03/2026
3.flokkur á vali
3.fl. var á valstaðnum í høllini á Hálsi og blivu sera væl móttikin har. Tey fingu bomm og sera góða frágreiðing um tað at fara á…
24/03/2026
Bókaklubbur í 4.flokki
Í 4.flokki hava tey bókaklubba. Tey siga soleiðis: "Vit hava lisið Í rósunnar miðju. Prátaðu og hugnaðu okkum í ein tíma ella so…