Strok, Píka7 og Mín Jólabók
27/10/2023
Næmingarnir í 1. til 7.flokk fáa Píka 7 og Strok ókeypis. Saman við blaðnum hesa ferð, er ein haldaraseðil til Mína jólabók 2023. Um tit vilja tryggja tykkum at fáa bókina áðrenn 1. desember, skulu tit hava goldið fyri bókina í seinasta lagi 15.november. Tað ber til at gjalda við at fylla seðilin út og lata hann, saman við 220 kr, til skrivstovuna, ella við at fara inn á jolabokin.fo og gjalda við gjaldskorti.
Tey, sum ikki náa at gjalda áðrenn 15.november, kunnu sjálvandi eisini keypa bókina, sum verður latin aftaná 1.desember.
Mín jólabók fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2023, sí leinki niðanfyri:
https://bfl.fo/min-jolabok-fekk-barnamentanarhei%C3%B0ursloen-torshavnar-byra%C3%B0s
Seinastu tíðindi
10/11/2026
STØRV Í EYSTURSKÚLANUM EFTIR NÝGGJÁR!
Eysturskúlin søkir eftir lærara í barsilsfarloyvisstarv frá 1. januar 2027. Lønarbrotið er 1.0.
Eysturskúlin søkir eisini eftir n…
07/11/2026
First lego leauge
Eysturskúlin kláraði seg væl til First lego league 2026!
Alchemilla í 9.flokki gjørdist nummar 2 í allari kappingini.
Og so vunn…
03/11/2026
Tilhaldið og grunddeildin hava havt sangløtu
Í dag var ein sera rørandi og góð løta í skúlahøllini, tá børn og eldri hugnaðu sær við felagssangi.
Tilhaldið og skúlastjórin to…