Føstulávintsmánadagur
11/02/2024
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum.
Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og lærarar hava eina løtu saman um morgunin at práta um føstulávint og skoða hvør annan, tí nógvir næmingar, og lærarar, koma grýluklødd í skúla.
Kl. 9.00 fara vit upp á gólv í skúlahøllini. Síðani verður ein stuttur steðgur, til vit fara at sláa tunnu. Tað gera vit kl. 10.00. Tá ið kattakongarnir eru krýndir, bjóðar skúlin hálvmána og sunkist.
Frítíðarskúlin heintar næmingarnar í 1. og 2.flokki kl. 12.00.
Týsdagin hava næmingarnir frí.
Gott vikuskifti og vit síggjast mánadagin
Seinastu tíðindi
26/10/2026
Børn hjá foreldrum, sum eru farin hvør til sítt
Í Eysturskúlanum leggja gera vit nógv fyri, at børnini skulu trívast og hava tað gott, og royna vit at gera okkurt munagott fyri a…
18/09/2026
KERVI+
Kervi+ er nýggj lestrarfyrisitingarskipan hjá føroyska undirvísingarverkinum; tað er Undirvísingarstýrið, sum hevur ment hesa skip…
05/09/2026
Hoyvíkstjørn verður tømd
Nú Tórshavnar kommuna skuldi tøma Hoyvíkstjørn, fekk skúlin fyrispurningin, um onkur flokkur hevði hug at hjálpa til at fanga síli…