Tíðindi úr eysturskúlanum

STØRV Í EYSTURSKÚLANUM EFTIR NÝGGJÁR!

10/11/2026

Eysturskúlin søkir eftir lærara í barsilsstarv frá 1. januar 2026. Lønarbrotið er 1.0. Eysturskúlin søkir eisini eftir námsfrøðingi í fast starv til Serflokkin í Lonini. Lønarbrotið er uml. 0,9

Lærarastarvið!

Søkt verður eftir lærara, sum:

- er samstarvs- og virkisfúsur

- eru fyrikomandi og lættur at koma á tal við

- eru sinnaður at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur

- leggur dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning og at standa saman um næmingin.

- leggur orku í at samstarva.

 

Førleikakrøv lærari

Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgving. Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær flokslæraraleiklutin.

Tann, ið settur verður, skal kunna undirvísa í hesum lærugreinum: donskum, søgu, samfelagsfrøði og kristni í hádeild. Skúlavegleiðing er eisini partur av starvinum, men kann takast burturúr. Til ber eisini at gera flytingar viðv. lærugreinunum innanhýsis.

 

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastarvið er barsilsstarv, og verður lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Barnaváttan verður innheintað í samband við setan.

 

Í Eysturskúlanum ganga skúlaárið 2026/27 umleið 620 næmingar í 1.-10.flokki.

Í skúlanum arbeiða uml. 75 starvsfólk. Vit leggja vit dent á:

At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi. Skúlin hevur royndarvirksemi í Samundirvísing (Co-teaching) í grunddeildini, har samstarv og felags fyrireiking er eitt krav.

At royna nýggjar leiðir á náttúrvísindaliga økinum og hava Scienceflokkar í hádeild.

At arbeiða innovativt

At tollyndi og trivnaður er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

At menna og geva sítt íkast til týdningamikla felagsskapin, sum er grundarlagið undir skúlanum.

 

Starvið sum námsfrøðingur!
Søkt verður eftir námsfrøðingi til serflokkatilboð.

Serflokkatilboðið hevur tørv á einum námsfrøðingi, sum er arbeiðshugað/ur, nærlagdur, tekur ábyrgd, samstarvshugaður, leggur dent á felagsskapin og kann taka undir við og geva sítt ískoyti til tilgongdina, ið løgd er til rættis.

 

Førleikakrøv námsfrøðingur

Tú skalt hava útbúgving sum námsfrøðingur. Tað kann vera ein fyrimunur at hava starvsroyndir við børnum við menningarórógvi og líknandi avbjóðingum.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvsøkið er Eysturskúlin við atknýttum sertilboði við starvsstaði í Serflokkinum í Lonini í Hoydølum. Starvið er fast starv, og setanarbrotið er uml. 0,9 svarandi til uml 1580 árstímar.

 

Í Lonini arbeiða tríggir lærarar og fýra námsfrøðingar. Í Lonini ganga 15 næmingar í 1.-3. flokki.

Endamálið við serflokkinum er av veita eitt samansett námsfrøðiligt skúlatilboð, har næmingar fáa undirvísing og samstundis mennast persónliga við námsfrøðiligum stuðli. Endamálið er, at næmingurin kann megna at fara í vanligan flokk í fólkaskúlanum. Arbeitt verður út frá einstaklinga læruætlanum, har hvør skúladagur er skipaður við atliti til menningina hjá næminginum. Uppgávan er eisini at integrera næmingarnar í serflokkatilboðnum í skúlaflokkarnar í Eysturskúlanum.

Vit vilja stimbra áræðið hjá okkara næmingum, so teir megna tær avbjóðingar, teir møta í samfelagnum og í framtíðini.

Vit vænta, at tú dugir at samstarva og er fyrikomandi. Er fús/ur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru í gerandisdegnum í skúlanum og áhaldandi ert við til at menna skúlatilboðið. Tú ert stundvís/ur og røkin og sært virðið í felagsskapinum. Tú skalt saman við toyminum duga at skipa dagin og planleggja arbeiðið fyri næmingin og motivera næmingin í arbeiðinum. Øll undirvísing er lagað til einkulta næmingin.

 

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til

eydna.magnussen@skulin.fo merkt “Starv, lærari/námsfrøðingur” í seinasta lagi mikudagin 25.november kl. 13:00.

Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðu okkara ella við at venda sær til skúlastjóran, Eyðnu Magnussen, tlf. 214755

Seinastu tíðindi
07/11/2026
First lego leauge
Eysturskúlin kláraði seg væl til First lego league 2026! Alchemilla í 9.flokki gjørdist nummar 2 í allari kappingini. Og so vunn…
03/11/2026
Tilhaldið og grund­deildin hava havt sangløtu
Í dag var ein sera rørandi og góð løta í skúlahøllini, tá børn og eldri hugnaðu sær við felagssangi. Tilhaldið og skúlastjórin to…
29/10/2026
Mín jólabók 2026
Fá bókina fyri 1. desembur   Bøkurnar verða sendar út í skúlarnar í viku 47, soleiðis at tey, sum hava teknað seg fyri bókini, f…
26/10/2026
Børn hjá foreldrum, sum eru farin hvør til sítt
Í Eysturskúlanum gera vit nógv fyri, at børnini skulu trívast og hava tað gott, og royna vit at gera okkurt munagott fyri at trygg…
18/09/2026
KERVI+
Kervi+ er nýggj lestrarfyrisitingarskipan hjá føroyska undirvísingarverkinum; tað er Undirvísingarstýrið, sum hevur ment hesa skip…
05/09/2026
Hoyvíkstjørn verður tømd
Nú Tórshavnar kommuna skuldi tøma Hoyvíkstjørn, fekk skúlin fyrispurningin, um onkur flokkur hevði hug at hjálpa til at fanga síli…
03/09/2026
6.flokkur við Westward Ho
6.flokkarnir í Tórshavnar Kommunu kunnu fara ein túr á flot við Westward Ho. Hósdagin var túrurin komin til okkara 6.flokk. Næming…
01/08/2026
Væl komin aftur í skúla
Summarferian fer at halla, og vit fara aftur í skúla soleiðis:   Starvsfólk skúlans byrja aftur mánadagin 10. august kl 9.00.  …
24/06/2026
Summarfrí
Vit eru farin í summarfrí. Skúlin byrjar aftur mikudagin 12.august.  Nærri kunning kemur her á síðuna. Gott summar :)
15/06/2026
Gloymd klæðir
Nú nærkast summarfrítíðin og enn eitt skúlaár er av. Vit rudda skúlan og í grunddeildini eru sera nógv heimleys, góð  pløgg, sum s…
12/06/2026
Prógvhandanin
Prógvhandanin hjá 9.flokkunum og Nám X. Týsdagin 16.juni kl. 17.00 er prógvhandanin hjá Nám X og mikudagin 17.juni kl. 16.00 er p…
07/11/2026
First lego leauge
Eysturskúlin kláraði seg væl til First lego league 2026! Alchemilla í 9.flokki gjørdist nummar 2 í allari kappingini. Og so vunn…
03/11/2026
Tilhaldið og grund­deildin hava havt sangløtu
Í dag var ein sera rørandi og góð løta í skúlahøllini, tá børn og eldri hugnaðu sær við felagssangi. Tilhaldið og skúlastjórin to…