Forvitnisligt tiltak í Eysturskúlanum fríggjadagin.
20/09/2017
FERÐAST GRØNT er átak hjá Tórshavnar kommunu, ið stuðlar undir burðardygga ferðslu.
Í hesum sambandi bjóðar Tórshavnar kommuna øllum at vitja ókeypis súkkluverkstað.
Átakið verður fríggjadagin 22. september 2017 kl. 14:00 – 17:00 í evningstovuni í Eysturskúlanum.
Takið súkkluna við og fái eitt ókeypis eftirlit av súkkluni umframt góð ráð frá serkønum.
Tey fyrstu 30 fáa eina ókeypis regnverju til skúlataskuna frá FERÐAST GRØNT.
Verið hjartaliga vælkomin.
Seinastu tíðindi
03/11/2026
Tilhaldið og grunddeildin hava havt sangløtu
Í dag var ein sera rørandi og góð løta í skúlahøllini, tá børn og eldri hugnaðu sær við felagssangi.
Tilhaldið og skúlastjórin to…
29/10/2026
Mín jólabók 2026
Fá bókina fyri 1. desembur
Bøkurnar verða sendar út í skúlarnar í viku 47, soleiðis at tey, sum hava teknað seg fyri bókini, f…
26/10/2026
Børn hjá foreldrum, sum eru farin hvør til sítt
Í Eysturskúlanum gera vit nógv fyri, at børnini skulu trívast og hava tað gott, og royna vit at gera okkurt munagott fyri at trygg…