Várroyndin hjá 8.flokkunum
Mánadagin 8. mars skulu næmingarnir í 8.flokkunum til várroynd. Flokkarnir eru í skúlahøllini. Tíðarætlanin er her:
Mánadagur 8.mars |
Týsdagur 9.mars |
Mikudagur 10.mars |
Hósdagur 11.mars |
Føroyskt |
Danskt |
Enskt |
Støddfrøði |
Kl. 8.15-9.45 Máluppgáva |
Kl. 8.15-9.45 Máluppgáva |
Kl. 8.15-9.45 Máluppgáva |
Kl. 8.15-9.15 Fimisrokning |
Kl. 9.45-10.15 Steðgur |
Kl. 9.45-10.15 Steðgur |
Kl. 9.45-10.15 Steðgur |
Kl. 9.15-9.45 Steðgur |
Kl. 10.15-13.45 Framseting |
Kl. 10.15-13.45 Framseting |
Kl. 10.15-13.15 Framseting |
Kl. 9.45-13.45 Greiðslurokning |
Næmingarnir skulu møta í seinasta lagi 15. min áðrenn royndirnar, tvs. kl. 8.00.
Internetið er opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið.
Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.
Næmingurin hevur ikki loyvi til at brúka lummaroknara í fimisrokning. Tað er heldur ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum.
Fartelefonir eru ikki loyvdar í royndarhølunum. Hava næmingarnir telefonir við, verða tær bornar á skrivstovuna.