
Miðdeildin samlar fløskur
07/05/2022
Vit hava fingið hesi boðini frá miðdeildini:
Góðu tit!
Dagarnar 9., 10. og 11. mai hevur miðdeildin stuðulstiltak í Eysturskúlanum til frama fyri flóttafólki úr Ukraina.
Miðdeildin fer at samla fløskur í komandi viku. Um tit ynskja at hjálpa teimum, so kunnu tit taka fløskur við mánadagin, týsdagin ella mikudagin. Fløskurnar verða samlaðar í náttúru/tøkni-stovuni, og tær verða avreiddar mikudagin.
Vinaliga,
Miðdeildin
Seinastu tíðindi

18/05/2022
Munnliga próvtøkan í Nám X og 9.flokkunum
Munnliga próvtøkan hjá NámX
Hesar lærugreinar eru í dag kunngjørdar til munnliga próvtøku:
Føroyskt, hástig
Føroyskt, grundstig…

18/05/2022
Seinasti skúladagur
Í dag er seinasti skúladagur hjá næmingunum í 9.flokkunum og sum vanligt er, áttu tey pallin í skúlahøllini fyrrapartin.
Har var…

18/05/2022
Kekkur latin Reyða Krossi
Spenningurin var stórur, tá morgunsangin mikumorgunin var liðugur. Hetta var løtan, tá allur innkomni peningurin skuldi latast Rey…