Stuðulstiltak til frama fyri Ukraina
11/05/2022
Í miðdeildini í Eysturskúlanum hava tey úr at gera. Tey hava sett nakrar dagar av, til at gera ymisk tiltøk, har endamálið er at savna pengar inn til Ukraina.
Eisini eru fyrilestrar á skránni og tann fyrsti var við Mariu, sum er úr Ukraina, manninum og pápanum. Pápin sang eisini ein sang fyri næmingunum. Jóannes Eidesgaard var í morgun og greiddi frá arbeiðnum hjá Reyða Krossi.
Í dag baka næmingarnir pylsubreyð og annað, sum verður selt í skúlahøllini í hósdagin.
Myndir eru í myndasavninum og tær eru frá týs- og mikudegnum. Fleiri myndir koma seinni.
Seinastu tíðindi
03/11/2026
Tilhaldið og grunddeildin hava havt sangløtu
Í dag var ein sera rørandi og góð løta í skúlahøllini, tá børn og eldri hugnaðu sær við felagssangi.
Tilhaldið og skúlastjórin to…
29/10/2026
Mín jólabók 2026
Fá bókina fyri 1. desembur
Bøkurnar verða sendar út í skúlarnar í viku 47, soleiðis at tey, sum hava teknað seg fyri bókini, f…
26/10/2026
Børn hjá foreldrum, sum eru farin hvør til sítt
Í Eysturskúlanum gera vit nógv fyri, at børnini skulu trívast og hava tað gott, og royna vit at gera okkurt munagott fyri at trygg…