Tíðindi úr eysturskúlanum

Námsfrøðingur og námsfrøðiligur stuðul skúlaárið 2022/23

27/05/2022

Námsfrøðingur og námsfrøðiligur stuðul í Eysturskúlanum skúlaárið 2022/23
Eysturskúlanum tørvar:

1 námsfrøðing í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2022/23. Starvið er uml. 30 tímar um vikuna, lønarbrøkur umleið 0,7.

1 námsfrøðiligan stuðul til næming við rørslutarni, sum fer at ganga í NámX.

 

Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:

-        duga at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar

-        at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt

-        eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur

-        leggja dent á nærlagni, stundvísi og námsfrøðiliga menning.

-        Sýna ein positivan hugburð til børn og ung, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Eysturskúlanum

 

 

Førleikakrøv námsfrøðingur

Skúlanum tørvar námsfrøðing, sum kann arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í miðdeild og hádeild. Arbeitt verður inni í flokkum, í smærri bólkum og ein til ein. Í skúlanum arbeiða frammanundan tveir námsfrøðingar í føstum starvi.

Tann, ið settur verður, skal helst hava útbúgving sum námsfrøðingur ella hava líknandi royndir. Um eingir námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.

Royndir innan serøkið er ein fyrimunur, umframt at viðkomandi dugir væl at samstarva og samskifta, dámar avbjóðingar og setir tollyndi í hásæti.

Lønar- og setanartreytir

Starvið sum námsfrøðingur er sáttmálasett, og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Førleikakrøv námsfrøðiligur stuðul til næminging við rørslutarni

Vit hava tørv á fólki, sum skal stuðla einum næmingi við rørslutarni. Næmingurin fer at ganga í NámX skúlaárið 2022/23. Umsøkjarar mugu helst hava koyrikort.

 

Umsóknir

Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum og játtilsi um at barnaváttan kann innheintast, skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 8. juni 2022 kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:

 

Eysturskúlin

Tórgarðsgøta 17

FO 100 Tórshavn

Ella í teldubrævi til: eydna.magnussen@skulin.fo

Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðu okkara og við at venda sær til skúlastjóran, Eyðnu Magnussen tlf. 214755

 

Í Eysturskúlanum ganga skúlaárið 2022/23 umleið 500 næmingar í 1.-10.flokki.

Í skúlanum arbeiða 65 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, skrivari, reingerðarfólk, heilsufrøðingur og húsavørðar.

Vit leggja vit dent á:

At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi, PLF toymum

At arbeiða innovativt

At tollyndi og trivnaður er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

At menna og geva sítt íkast til týdningamikla felagsskapin.

 

Seinastu tíðindi
24/06/2026
Summarfrí
Vit eru farin í summarfrí. Skúlin byrjar aftur mikudagin 12.august.  Nærri kunning kemur her á síðuna. Gott summar :)
15/06/2026
Gloymd klæðir
Nú nærkast summarfrítíðin og enn eitt skúlaár er av. Vit rudda skúlan og í grunddeildini eru sera nógv heimleys, góð  pløgg, sum s…
12/06/2026
Prógvhandanin
Prógvhandanin hjá 9.flokkunum og Nám X. Týsdagin 16.juni kl. 17.00 er prógvhandanin hjá Nám X og mikudagin 17.juni kl. 16.00 er p…
21/05/2026
Størv í Eystur­skúla­num 2026/­27
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2026 í Eysturskúlanum   5 føst størv við setan frá 1. august 2026. Setanarbrot…
13/05/2026
Næmingar­nir vunnu fótbóltsdystin!!
Næmingarnir vunnu! Eftir ein sera javnan fótboltsdyst millum lærarar og 9.floksnæmingar, mátti ein avgerandi VAR-dómur til fyri a…
06/05/2026
4.a í Oyndafirði
4.a er á seturskúla og tey eru farin til Oyndafjarðar. Tey hava vitjað smoltstøðina hjá Mowi, sum er á Hellunum, vassa, siglt í b…
29/04/2026
Hósdagur 30.04.26 er frídagur
Vit skulu minna á, at hósdagin 30.apríl er frídagur og øll hava fri. Hetta er annar av frídøgunum, skúlin kann ráða yvir og hesa…
22/04/2026
SO VUNNU VIT AFTUR!
Okkara 5.flokkur vann ársins Vitanarfróða fyri miðdeildina.  Tey arbeiddu við spurdóminum: Hvørja ávirkan hava svøvnur og morgun…
21/04/2026
SjóGló vann!!
Íverksetarabólkurin í 9.flokki í Eysturskúlanum og sum fyrr í ár vann FM í íverksetan og harvið sluppu víðari at kappast í Danmark…
20/04/2026
Nám X er í Berlin
Meðan Nám X´ arar eru í Berlin, ber til at fylgja við á Faceboosíðuni hjá Nám X. Har leggja vit myndir út hvønn dag.  Leinki er h…
26/03/2026
3.flokkur á vali
3.fl. var á valstaðnum í høllini á Hálsi og blivu sera væl móttikin har. Tey fingu bomm og sera góða frágreiðing um tað at fara á…
24/03/2026
Bókaklubbur í 4.flokki
Í 4.flokki hava tey bókaklubba. Tey siga soleiðis: "Vit hava lisið Í rósunnar miðju. Prátaðu og hugnaðu okkum í ein tíma ella so…
24/06/2026
Summarfrí
Vit eru farin í summarfrí. Skúlin byrjar aftur mikudagin 12.august.  Nærri kunning kemur her á síðuna. Gott summar :)
15/06/2026
Gloymd klæðir
Nú nærkast summarfrítíðin og enn eitt skúlaár er av. Vit rudda skúlan og í grunddeildini eru sera nógv heimleys, góð  pløgg, sum s…
12/06/2026
Prógvhandanin
Prógvhandanin hjá 9.flokkunum og Nám X. Týsdagin 16.juni kl. 17.00 er prógvhandanin hjá Nám X og mikudagin 17.juni kl. 16.00 er p…