
Vælverubreytin og Luciagonga
17/12/2022
Luciadagin, 13. december, vóru næmingarnir á Vælverubreytini á Boðanesheiminum, Tjarnargarði og á Ellisheiminum og gingu Lucia. Ein hugnalig og rørandi løta, tá tær komu syngjandi inn til tey gomlu, í Luciabúnum.
Genturnar eru ikki ókendar á Boðanesheiminum og á Tjarnargarði, tí ein partur av undirvísingini á Vælverubreytini er at vera saman við búfólkunum á røktarheimum. Aftaná heystfrítíðina eru 4 tímar um vikuna settir av til hetta og tá hava tær ymiskar aktivitetir saman við teimum gomlu. Samstarv er millum Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar Kommunu og umboð har frá koma eisini í skúlan at hava undirvísing.
Her eru myndir:
Seinastu tíðindi

27/01/2023
Foreldrafundur um 8.flokk skúlaárið 2023/24
Fundur um 8. flokk skúlaárið 2023/24 verður týskvøldið og hetta brævið er sent foreldrunum:
"Góðu foreldur
Nú fara vit so smátt…

20/01/2023
Matpakkaskipanin heldur uppat
Hesi boðini eru komin frá matpakkaskipanini:
"Eftir 5 spennandi ár við Matpakkanum er avgerð tikin um at stongja frá mánadegnu…

20/01/2023
Skeið í Klaksvík
Íversetanar- og ferðavinnubreytin í Nám X og 9. flokkarnir eru í dag á skeiði í Klaksvík, ið kallast søla & framførsla.
Undirvísa…