Tíðindi úr eysturskúlanum

Jólatræ, sangur og sjónleikur

21/12/2022

Seinasta skúladag fyri jól, dansa vit um jólatræið og hyggja eftir jólasjónleiki og í ár var einki undantak. 

Næmingar og lærarar úr 1. til og við 9.flokki dansaðu um jólatræið í D-lonini. Ein stuttur steðgur var og í meðan fortaldi Johann eina góða jólasøgu, har øll sótu pinnastill og lurtaðu. Síðani var dansað eina løtu aftrat.

Aftaná var farið í skúlahøllina at lurta eftir einum fittum kóri, mannað við næmingum úr 1.flokki. Tey sungu tveir sangir undir leiðslu av Joannu. Sera væl sungið. 

Og so var løtan komin, tá 5.flokkur skuldi spæla sjónleik fyri øllum skúlanum, og sum okkara egni Palli hevur skrivað. Ein sera góður og tíðarhóskandi leikur. Búi Egason Dam hevur lagt teimum lag á, og tey dugdu sera væl at framføra. 

Løtan endaði við at Eyðna ynskti øllum eini gleðilig jól og øll sungu "gleðilig jól", so tað rungaði í høllini.

At enda fingu næmingarnir hvør sín jólapakka, áðrenn farið var heim í jólaferiu. 

Myndir eru á leinkinum: 

https://eysturskulin.fo/484?_l=fo

 

Seinastu tíðindi
08/04/2026
Vegna jarðarferð
Vegna jarðarferð er skúlin stongdur hósdagin kl. 12.00. Næmingarnir fáa frí kl. 11.30 og frítíðarskúlin heintar næmingarnar í 1.…
03/04/2026
Páskafrí
Vit fara aftur í skúla týsmorgunin, 7.apríl kl. 8:00. Góða páskaferiu!
26/03/2026
3.flokkur á vali
3.fl. var á valstaðnum í høllini á Hálsi og blivu sera væl móttikin har. Tey fingu bomm og sera góða frágreiðing um tað at fara á…
24/03/2026
Bókaklubbur í 4.flokki
Í 4.flokki hava tey bókaklubba. Tey siga soleiðis: "Vit hava lisið Í rósunnar miðju. Prátaðu og hugnaðu okkum í ein tíma ella so…
24/03/2026
Hvørja rás skal eg velja í 7.flokki?
Her er framløgan, sum var víst til felagsforeldrafundin hjá 6.flokkunum:    Framløga um Science og innovatións rásina í Eystursk…
18/03/2026
Hjartaliga til lukku Johann
Í Odense í dag, fekk Jóhann virðisløn. Vit øll í Eysturskúlanum fegnast og ynskja honum hjartaliga til lukku við prísinum.  Her k…
05/03/2026
Vinnarin av SkúlaFM 2026 gjørdist Sjógló úr Eystur­skúlanum
Verkætlanin sameinir nýskapan, burðardygd og føroyskt tilfeingi. Hugskotið er at gagnnýta føroyska rávøru og menna hana til eina n…
02/03/2026
2.a og søgan um risastóru peruna
Í 2.a lesa tey bókina um risastóru peruna hjá Jakob Martin Strid. Tað er læruríkt, men eisini sera stuttligt. Her hava tey - eins…
09/02/2026
Grund­deildin hevur havt evnisviku
Grunddeildin hevur havt evnisviku, har tey arbeiddu við sagnum, kvæðum og ævintýri. Í morgun høvdu tey eina løtu í lonini, har te…
28/01/2026
6.flokkur vann kvæðakapping­ina!
Í dag vann okkara 6.flokkur kvæðakappingina, sum var í Norðurlandahúsinum.  Tá tað kemur til at kvøða og dansa, eru næmingarnir í…
22/01/2026
Kunnandi fundur um Nám X 2026-27
Týskvøldið 27.januar kl. 17.00 er kunnandi fundur í skúlahøllini í Eysturskúlanum.  Øll, ið vilja vita meira um Nám X, eru vælkom…
19/12/2025
GLEÐILIG JÒL
Vit fara aftur í skúla 5.januar 2026.
08/04/2026
Vegna jarðarferð
Vegna jarðarferð er skúlin stongdur hósdagin kl. 12.00. Næmingarnir fáa frí kl. 11.30 og frítíðarskúlin heintar næmingarnar í 1.…
03/04/2026
Páskafrí
Vit fara aftur í skúla týsmorgunin, 7.apríl kl. 8:00. Góða páskaferiu!
26/03/2026
3.flokkur á vali
3.fl. var á valstaðnum í høllini á Hálsi og blivu sera væl móttikin har. Tey fingu bomm og sera góða frágreiðing um tað at fara á…