Hátíðarlig løta og stuðulin handaður
20/06/2023
Á ársins seinasta skúladegi, var rættur hátíðardámur í skúlahøllini. Fyrst var morgunsangur og síðani lat Eyðna miðdeildina sleppa framat.
Hanna greiddi frá evnisvikuni og um at endamálið við kafé´ini var at savna pening inn til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum. Nógv fólk komu á gátt og í morgun var so avdúkað, hvussu nógv var komið inn. Tilsamans komu 21.198,50 krónur og hetta var latið læknanum og sjúkrasystrini á barnadeildini, sum vóru komin at vitja. Læknin var fegin um stuðulin og helt, at tey fóru at keypa okkurt ordiliga kul, sum børnini, ið máttu koma á sjúkrahúsið, fingu gleði av.
Aftaná myndatøkuna var farið aftur í flokshølini at ynskja hvørjum øðrum góða summarferiu.
Seinastu tíðindi
10/11/2026
STØRV Í EYSTURSKÚLANUM EFTIR NÝGGJÁR!
Eysturskúlin søkir eftir lærara í barsilsfarloyvisstarv frá 1. januar 2027. Lønarbrotið er 1.0.
Eysturskúlin søkir eisini eftir n…
07/11/2026
First lego leauge
Eysturskúlin kláraði seg væl til First lego league 2026!
Alchemilla í 9.flokki gjørdist nummar 2 í allari kappingini.
Og so vunn…
03/11/2026
Tilhaldið og grunddeildin hava havt sangløtu
Í dag var ein sera rørandi og góð løta í skúlahøllini, tá børn og eldri hugnaðu sær við felagssangi.
Tilhaldið og skúlastjórin to…