Tveir vinnarar úr Eysturskúlanum
13/10/2023
Granskingarráðið skipaði fyri teknikapping, har tey settu hesar spurningar:
Hvussu ímyndar tú tær, at ein granskari sær út? Hvussu arbeiðir ein granskari? Hvussu sær arbeiðsplássið út? Er tað ein kona ella maður? 12, 25, 50 ella 70 ár?
Tað komu 405 tekningar inn og tá er ringt hjá dómsnevndini velja tríggjar vinnaramyndir. Tað stuttliga hjá okkum er, at tvær av myndunum, sum blivu valdar, eru hjá Atheu, sum gongur á Listabreytini í Nám X og hjá Bjallu, sum gongur í 8.flokki. Triðja myndin er frá einum næmingi í 5.flokki í Kvívíkar Skúla. Umframt heiðurin, fáa tær 500 kr í part. Hjartaliga til lukku :)
Her er leinki, har tað ber til at lesa um kappingina og at hyggja eftir øllum myndunum:
Seinastu tíðindi
18/09/2026
KERVI+
Kervi+ er nýggj lestrarfyrisitingarskipan hjá føroyska undirvísingarverkinum; tað er Undirvísingarstýrið, sum hevur ment hesa skip…
05/09/2026
Hoyvíkstjørn verður tømd
Nú Tórshavnar kommuna skuldi tøma Hoyvíkstjørn, fekk skúlin fyrispurningin, um onkur flokkur hevði hug at hjálpa til at fanga síli…
03/09/2026
6.flokkur við Westward Ho
6.flokkarnir í Tórshavnar Kommunu kunnu fara ein túr á flot við Westward Ho. Hósdagin var túrurin komin til okkara 6.flokk. Næming…