Íverksetara- og ferðavinnubreytin fingið diplom
19/11/2024
Í Vinnuhúsinum seinnapartin fingu næmingarnir á ferðavinnubreytini diplom handað. Teir hava tikið skeið í tænastuvinnu.
Nógv av okkara kendastu fólkum innan ferðavinnu hava greitt næmingunum frá sínum virksemi. Eitt sera viðkomandi og áhugavert skeið eru næmingarnir samdir um. Tað var Bára Gunnarsdóttir frá Vinnuhúsinum, sum handaði diplomini. Eisini segði Guðrið Højgaard frá Visit Faroe Island nøkur orð.
Næmingar úr tónleikabreytini í NámX spældu tvey løg, og Vinnuhúsið bjóðaði okkurt søtt til góman.
Ein stak hugnalig løta, har eisini foreldur og nakrir av aktørunum møttu.
Lærararnir í ferðavinnubreytini lata væl at skeiðnum og fegnast um samstarvið við Vinnuhúsið og Visit Faroe Islands.
Myndir liggja á leinkinum:https://eysturskulin.fo/538
Seinastu tíðindi
29/10/2026
Mín jólabók 2026
Fá bókina fyri 1. desembur
Bøkurnar verða sendar út í skúlarnar í viku 47, soleiðis at tey, sum hava teknað seg fyri bókini, f…
26/10/2026
Børn hjá foreldrum, sum eru farin hvør til sítt
Í Eysturskúlanum gera vit nógv fyri, at børnini skulu trívast og hava tað gott, og royna vit at gera okkurt munagott fyri at trygg…
18/09/2026
KERVI+
Kervi+ er nýggj lestrarfyrisitingarskipan hjá føroyska undirvísingarverkinum; tað er Undirvísingarstýrið, sum hevur ment hesa skip…